Vælkomin



Immanuel er ein familjuvinarlig samkoma, ið hevur meiri enn 30 ár á baki, og hevur gjøgnum øll árini lagt nógvan dent á lovsongin, ið er lívligur við góðum tónleiki. Dentur er lagdur á trivnaðin og andaligu menningina hjá hvørjum einstøkum.

Umframt møtini í samkomubygninginum eru eisini húsmøti við bíbliuundirvísing, barna og ungdómsarbeiði eisini í vikuskránni. Kvinnurnar koma eisini javnan saman.

Samkoman byggir sína læra á, at øll skriftin er innblást av Gudi (2.Tim 3: 16-17), og at vit sum trúgvandi eru kallaði at vaksa í vakstarmarki Kristusar (Ef. 4: 11-15).

Vit vóna at síggja teg í Immanuel.





Samkoman Immanuel