11. sep. 2025
Josh og Emma Green á vitjan.
Serligt vikuskifti saman við Josh og Emmu Green verður fyrsta vikuskifti í oktobur.
Vikuskiftið 3. - 5. oktobur eru Josh og Emma Green í Føroyum.
Tey virka í GenZeal.org har tey eggja ungdómi og ungum vaksnum at standa fyri sína trúgv á Jesus.
Fríggjakvøldið og leygarkvøld verða møti, har serligt fokus er á UngVaksin - øll onnur eru sjálvandi eisini hjartaliga vælkomin.
Leygarmorgun frá kl. 11 verður seminar, har Josh tosar til menninar og samstundis tosar Emma til kvinnurnar. Pausa við ábiti verður miðskeiðis.